Við deyða Eywind Dalsgaard Henriksen´s

Peningagáva úr Føroyum til ferðslutrygd í Ribe Amt

Ribe Amts Trafiksikkerhedsudvalg hevur móttikið eina upphædd upp á 3.000 krónur til arbeiðið fyri ferðslutrygd í amtinum. Tað eru fólk í Føroyum, sum hava givið peningin.

Bakgrundin fyri innsavningini er ein syrgilig ferðsluvanlukka í Grindsted í august 2004, ið kostaði 20 ára gamla Eywind Dalsgaard Henriksen frá Grindsted lívið. Eywind vaks upp og búði í Grindsted, men hann hevur sínar røtur í Føroyum, har omman, abbin og pápin búgva.

"Idet jeg udtrykker min store medfølelse over for de efterladte, vil jeg
gerne på trafiksikkerhedsudvalgets vegne sige tak for beløbet på 3000
kroner, som jeg kan forsikre for vil blive brugt i det løbende arbejde med
at forbedre trafiksikkerheden i amtet og forebygge, at der sker
færdselsulykker", sigur Palle Jørgensen, ið er formaður fyri Ribe Amts Trafiksikkerhedsudvalg.

Kunningin um gávuna verður gjørd eftir ynski hjá mammuni, sum vil at tey sum hava givið peningin skulu vita, at gávan er komin í rættar hendur.