Annika Hedegaard Isfeldt, studentaskúlanæmingur
Fríggjad. 7. sept. ’07 kl. 14.28.
So siti eg endiliga saman við øllum hesum langhærdu OD’arunum úr Keypmannahavn í hesum serliga OD-bussinum á veg til Middelfart, har aktivitets-vikuskifti byrjar um smáar tveir tímar. Danska sólin streymar inn gjøgnum mítt vindeygað í bussinum, og lagið herinni er gott.
Seinasta ár, tá ið eg var heilt nýggj í OD-umhvørvinum, var eg eisini í Danmark í septembur mánaða til aktivitets-vikuskifti. Tá gekk OD-verkætlanin út uppá at hjálpa suðurafrikanskum kriminellum úr vandamikla umhvørvinum, teir vóru í, og geva teimum ein møguleika at fáa eina útbúgving og harvið eina framtíð, ið ikki innibar rúsevnir og fongsul.
Í ár skulu vit so sum sagt til Middelfart at hoyra um, hvussu vit sum OD-bólkur kunnu gera okkara arbeiði betur og harvið savna enn fleiri pengar inn til í ár at hjálpa boliviansku guaraní-indiánarunum úr teirra trælahaldi.
Bussurin er nú eitt sindur uttan fyri Keypmannahavn og vøkur stór trøð byrja at flúgva framvið okkum, meðan OD-prátið gongur lívligt fyri seg herinni. Eg vil tó ikki júst siga, at føroyski OD-bólkurin ger nakað serligt um seg í løtuni, tí vit allar hava verið tíðliga uppi í morgun fyri at náa bussin til flogvøllin kl. 06.00 av Farstøðini. Christa úr parallelflokkinum hjá mær (3.a) situr yvir av mær og lurtar eftir tónleiki í sínum ipodi, meðan hon liggur og hálvsvevur á busssetrinum og aftan fyri meg sita Ragnhild og Heiða, ið ganga ein árgang undir okkum (í 2.a), og sova við høvdunum ímóti hvørjari aðrari. Eg haldi eisini, at eg fari at royna at fáa mær ein lítlan blund, so eg verði frísk og væl fyri til allar aktivitetirnar í kvøld.
Leygard. 8. sept. ’07 kl. 11.35.
Geeeisp!
Hóast klokkan er við at vera rættiliga nógv og vit hava verið uppi í 3 tímar, haldi eg, at vit allar 4 enn eru nokkso móðar. Men tað er kanska heldur ikki nógv at siga til tað, tá ið man hevur brúkt náttina á einum ultra-tunnum liggiundirlagi í einari klassastovu, har 15 aðrir OD’arir eisini sova.
Tá ið vit í gjárskvøldi komu við bussinum til Strib Skole í Middelfart, vórðu vit móttikin av nøkrum sponskum haciendaeigarum og stillaðu upp í tveimum raðum. “¡Silencio! ¡Silencio, por favor!” varð leingi rópt eftir okkum og vit vórðu býtt upp í bólkar alt eftir, hvussu væl vit vóru fyri kroppsliga. Eg endaði saman við Christu, Heiðu og Ragnhild í markini, har vit næstu 15 árini skulu arbeiða, inntil vit hava goldið okkara skuld aftur til haciendaeigarirnar. Hugskotið aftan fyri hesari móttøkuni var sjálvandi at geva okkum eitt innlit í, hvussu guaraní-indiánarirnir dagliga verða viðfarnir.
Eftir at vit vóru komin ordiligt uppá pláss á skúlanum og høvdu funnið eitt stað at sova, sóu vit tað árliga diashowið og diashowuppleggið, ið sekreteriatsarbeiðararnir alt heystið skulu runt og vísa fram fyri øllum miðnámsskúlanæmingunum. Hetta er fyri at opna eyguni hjá næmingunum og vísa teimum, hví júst tey skulu fara út at arbeiða og savna pengar inn til Bolivia á OD-degnum 1. november.
Tað, sum var eftir av kvøldinum í gjár, brúktu vit uppá at fáa meiri grundleggjandi kunning um OD og at læra hinar OD-bólkarnar betur at kenna.
Seinni sama dag, leygard.
8. sept. ’07 kl. 19.34.
Longu nú haldi eg, at vit byrja at føla, at vit hava fingið nógv nýggj og frísk hugskot og nýggjar kreftir at taka við okkum heim aftur til Føroyar og vónandi brúka alt hetta til at gera ta bestu OD-kampagnuna í Føroyum nakrantíð.
Vit hava brúkt dagin í dag uppá at fara runt hvør sær til ymiskar “workshops”, har vit hava havt kreativar fyrilestrar um Bolivia. M.a. hevur Ragnhild hoyrt um gass-kríggið, meðan Heiða hevur verið við til at gjørt ein kreativan OD-reklamufilm, ið kemur inn á youtube.com skjótast gjørligt.
Eftirsum at vit 4 føroyingar næstan bert hava sæð hvørja aðra í steðgunum í dag, hava vit, hvørja ferð vit hava møtst, diskutera nýggju frísku hugskotini, vit hava fingið í okkaru ymisku workshoppum. Í løtuni arbeiða vit m.a. við at halda eitt super feitt listarligt OD-tiltak í Posthúskjallaranum fríggjadagin 5. oktobur, har tað bæði verður feitur tónleikur, myndlist, dansur o.a.
Tað síðsta tiltakið í kvøld hevur verið eitt spæl, sum kallast “Advokaturin hjá djevlinum”. Hetta gongur út uppá, at vit skulu sita saman í nøkrum bólkum og gera kritiskar spurningar um OD-arbeiðið, sum hinir bólkarnir skulu svara aftaná. Hesir kritiskir spurningarnir skulu fyrireika okkum uppá kritikkin, vit kunnu møta frá næmingunum úti á skúlunum.
Í løtuni eru øll rundan um meg í flokksstovuni við at gera seg til klár til kvøldsins temaball, har øll skulu vera í antin træla- ella góðseigaraklæðum. Christa og Heiða sita engageraðar við síðuna av mær og diskutera trælamóta, tí ballið byrjar um eina lítla løtu – so eg má eisini heldur fara at finna mær nøkur klæðir fram at fara í.
Sunnud. 9. sept. ’07 kl. 12.06.
So er aktivitets-vikuskiftið við at líða ímóti endanum.
Eg siti saman við hinum OD’arunum á græsplenuni framman fyri skúlanum og njóti sólina, sum skínur frá einum skýfríum, bláum himmali.
Temaballið í gjár var sera væleydnað og vit komu at kenna fleiri av donsku OD-bólkunum heilt væl. Ballið byrjaði við gallamati (nógvir av OD’arunum eru vegetarar og tí varð hetta altso vegetar-galla-matur), har man hevði møguleika at koma at tosa við hinar OD-bólkarnar. Vit komu hervið at kenna nakrar dreingir úr einum OD-bólki úr Keypmannahavn heilt væl. Seinni var hippie-dansur í fimleikahøllini, har bæði trælir og góðseigarir dansaðu saman.
Í morgun vórðu vit, eins og í gjár, vakt av nøkrum av OD’arunum frá sekreteriatinum, sum róptu “Góðanmorgun, góðanmorgun, so er upp at eta morgunmat, tí morgunmatur er guð!”, meðan tey hamraðu hart á grýtir og pannir.
Fyrsti fyrilestrarhaldarin í dag var ein donsk kona, sum helt ein fyrilestur í ein tíma við ljósmyndum um hennara uppihald í Bolivia og hvussu hon varð móttikin av fólkinum har.
Aftan á hetta vóru ymisk stuttlig barnaspøl í góða veðrinum og síðan fingu vit ymiska kunning um, hvussu OD í ár verður meiri tekniskt við m.a. einum nýggjum intraneti. Vit fara í ár at royna at skipa alt OD-arbeiðið á telduna og fáa betur samskifti við hinar OD-bólkarnar, vit nú eisini hava lært at kenna.
Restina av degnum skulu vit brúka uppá at uppsummera alt, vit hava fingið burturúr hetta vikuskifti og hoyra um, hvussu tað gongst við Suðurafrika-verkætlanini frá síðsta ár. Men áðrenn vit sleppa aftur til Keypmannahavnar við bussinum, skulu vit øll 200, sum taka lut í aktivitets-vikuskiftinum, vera við í ruddingini og vaskingini av skúlanum, so tað kann verða klárt til mánadagin, tá ið vanligu skúlanæmingarnir koma í skúla aftur her.
At vit hava fingið ordiliga nógv burturúr hesum vikuskiftinum, haldi eg ikki, at nakar ivi kann vera um. Vit gleða okkum nú bara ordiliga nógv til at koma aftur til føroysku klettarnar og deila okkara nýggju vitan við øllum tykkum har heima og siga næmingunum á føroysku skúlunum frá, hví tað er so týdningarmikið, at so nógvir næmingar sum møguligt fara út at arbeiða á OD-degnum fyri at geva ein dag av sínari útbúgvingartíð, fyri at guaraní-indiánarirnir eisini kunnu fáa ein møguleika fyri at nema sær eina útbúgving – og harvið frælsi til at velja sína egnu framtíð!