Í heyst verður enn eitt høvi at vitja Ísrael saman við føroyskum ferðaleiðarum dómpróstinum Una Næs og blaðstjóranum á Trúboðanum, Frans Jensen.
- Hetta er ein ferð, har ein fær at uppliva væl meir enn tey flestu uppliva á eini Ísraelsferð. Tí er tað eitt gott høvi hjá teimum, ið hava verið í Ísrael áður og
ynskja at fara aftur, at velja hesa ferðina, verður sagt í eini fráboðanum hesa ferðina. - Men ferðin er eisini vælegnað hjá teimum, ið ætla sær fyrstu ferð til Ísraels.
Steðgað verður á teimum kendu bíbilsku og søguligu støðunum í Ísrael, sum til dømis Nasaret, Genesaretvatnið, Betlehem, Massada,
Jerúsalem og Deyðahavið, verður eisini vitjað í Jeriko og Eilat. Eisini verður vitjað í Jordan, har m.a. verður farið upp á Nebo fjall, og til ótrúliga vakra,
søguliga býin Petra.
Hava fólk eitt ynski um at fara til Sinai og upp á Sinaifjallið, er eisini møguleiki fyri hesum.
Ferðin verður í døgunum 15. til 28. oktober í ár.










