Eisini hevur okkara heimligi countrysangari Hallur Joensen útgávukonsert við einum nýggjum føroyskum Charley Pride sangi. Hallur fer at syngja við egnum orkestri. Talan er um eitt stórsligið tiltak sum HB-Stuðlar skipa fyri.
Charley kemur ikki einsamallur. Saman við honum eru sonurin Dion og Stephen, sum er beiggi Charley Pride, ið eisini fara at framføra.
“The Snake Crawls at Night” var fyrsta stakplátan hjá Charley Pride sum kom út í 1966 og nakað seinni kom “Before I Met You”.
Frá tí at sangurin “All I Have to Offer You is Me” kom út í 1969 fekk Charley Pride sítt heilt stóra gjøgnumbrot. Nevnast kunnu aðrir sangir sum komu um hesa tíðina sum t.d. “I Can't Believe That You've Stopped Lovin' Me” og “Kiss an Angel Good Morning”, sum eisini er eyðkennissangurin hjá honum.
Charley Pride er føddur í Mississippi í USA tann 18. mars 1938, og er hann sostatt 71 ára gamal, nú hann kemur at vitja okkum við eini sera umfatandi konsert við einum hópi av gomlum slagarum eins og nýggjum sangum. Sum skilst verða eisini kendir jólasangir á skránni á konsertini, sum byrjar kl. 19.










