Sunnudagin vera nógv spennandi tiltøk á skránni á vestanstevnuni. M.a. vera nógv spennandi tiltøk kring vøllin í Sørvági, men tað verður eisini skipað fyri einum spennandi túri nakað eftir døgurða henda dagin.
Tá fer manningin umborð á M/B Brynhild, sum dagliga røkir siglingina út til Mykines, at hava ein túr fyri áhugaði út í Mykines. Vit hava í hesum sambandi tikið eitt prát við Ellef Ellefsen, sum er ein av eigarunum av Brynhild.
Vitja hólmin
Ellef sigur, at túrurin, sum verður fyriskipaður á vestanstevnu, er ein góður og spennandi túrur, og áhugaði kunnu bíða í spenningi.
- Tað er soleiðis, at vit ætla at fara av Sørvági kl. 14.00, og so gongur leiðin út til Mykines, har ein ferðaleiðari tekur ímóti gestunum. Tá túrurin úti í Mykinesi er liðugur, fara vit so aftur eftir gestunum, og sigla teir heim aftur til Sørvágs. Eg vænti, at hesin túrurin fer at taka á leið seks tímar tilsamans, so fólkini skulu vænta at vera aftur á Sørvági á leið kl. 20.
Tað er tó ikki so, at gestirnir bara fara at ganga runt í oynni. Nei, ferðaleiðari fer nevniliga at taka tey ein túr við út í hólmin, sum er vestasta staðið í Føroyum.
- Ja, túrurin úti í Mykinesi gongur út í hólmin, har fólk rættiliga sleppa at hyggja seg um. Ætlandi skal hesin túrur vara á leið tríggjar ella fýra tímar, og gestirnir skulu ætlandi hava matpakka við, tí hetta er ein góður túrur. Vit ráða teimum eisini til at taka heit klæði við á túrin, sigur Ellef Ellefsen.
Bert byrjanin
Túrurin, sum verður fyriskipaður út til Mykines, er tó bert byrjanin hjá manningini umborð á Brynhild, sigur Ellef.
- Ja, hetta er bert byrjanin hjá okkum viðvíkjandi hesum túrinum. Vit ætla nevniliga at skipa fyri slíkum túrum tvær ferðir um vikuna næstu tríggjar ella fýra vikurnar. Hesir túrar fara at vera hvønn mikudag og hvønn leygardag komandi vikurnar, og tá ætla vit eisini at fara av Sørvági kl. 14.
Ellef sigur eisini, at túrarnir, sum fara at vera fyriskipaðir komandi vikurnar, fara at vera júst líka sum túrurin á vestanstevnu.
Um fólk hava áhuga at fara ein túr til Mykines við M/B Brynhild sunnudagin á vestanstevnu, so kunnu tey tekna seg til túrin við at ringja til Kunningarstovuna í Vágum.










