Hetta er 21. ferð, at Føroysk Myndlistafók hava Várframsýningina, sm bæði kann rúma vrk hjá limunum og verk uttaneftir.
Øll kunnu senda verk inn og royna at fáa tey við á framsýningina.
- Men limirnir eru ikki so óførir at senda inn, og tí er ofta neyðugt at biðja fólk sýna frram, sigur Ole Wich, nevndarlimur í Føroyskum Myndlistafólkum.
Tað var tó meira ella minni av tilvild, at seks íslendingar komu við á Várframsýningina, tí nevndarlimurin Unn Joensen kom at kenna teir og bað tey koma við.
14 føroyingar sendu verk inn, og verk hjá sjey teirra komu við. Hini vóru ikki vrakað, men teirra verk hóskaðu ikki til heildina, sigur Ole Wich.
Á framsýningini eru málningar, video-og ljóðlist, framførsla við verkum og annað.
Íslendingar arbeiða nógv við rúminum, at mála á staðnum.
- Tað er heilt vist, at føroysk listafólk hava nógv at læra av íslendingum, sigur Ole Wich.
Tey, sum sýna fram eru Anna Kathrina Højgaard, Eigil Lyngsø, Erla Haraldsdóttir / Craniv Boyd, Haraldur Jónsson, Hrafnkell Sigurðsson, Johan Martin Christiansen, Ludvík Breckmann, Marjun Jóanesardóttir, Martin Tórgarð, Pól Skarðenni, Sara Björnsdóttir og Þóroddur Bjarnason.
Framsýningin letur upp klokkan 17, og tað verður Carl Johan Jensen, sum tá sigur nøkur orð.










