Hondbóltur ? menn
Á pappírinum líktist tað einum avgreiðsluspurningi, tá Neistin sunnudagin skuldi taka ímóti KÍF. Kollfirðingar hava í endaspælinum verið millum lakastu liðini, meðan Neistin hinvegin eftir eina trilvandi byrjan hevur verið sera væl koyrandi í seinastuni, og varð hetta ikki minst prógvað, tá teir í Vestmanna sigraðu á oddaliðnum, VÍF.
Sensatiónin ávegis
Tað var tó lítið, sum sást til hendan munin, tá liðini fóru undir dystin. Kollfirðingar spílaðu seg kanska ikki so øgiligt út, men teir fingu tó hampuligt glið á sítt spæl. Hinvegin góvu neistamenninir lítið og einki dømi uppá, at hetta skuldi verið annað av liðunum, sum í vetur hevur barst um gullmerkini.
Spakuliga tók KÍF eisini at draga frá, og tó at Neistavenjarin royndi at rópa sínar menn ígongd við at nýta eitt time-out, so munaði einki. Tað vóru kollfirðingar, sum vóru teir stinnaru, og tá teir við eini fýra mála leiðslu fóru til hálvleiks, var framvegis ikki líkt til, at heimaliðið skuldi venda gongdini.
Trygt hóast alt
Møguliga vóru tað útvarpstíðindini um, at strandingar vóru á odda móti VÍF, sum gjørdu sítt, men í øllum førum var annað lag á Neistanum, tá farið varð undir fyrra hálvleik. Alt fyri eitt fóru teir at eta burtur av leiðsluni hjá KÍF, men so við eitt tóktist alt hetta at vera til fánýtis.
Munurin var minkaður niður í tvey mál, tá neistamenn brádliga vórðu álvarsliga skerdir. Fyrst fingu tveir mans tveir minuttir í part, og tá Hans Áki so púrasta óneyðugt fekk reyða kortið, skuldi Neistin brádliga spæla tríggir móti seks í tveir minuttir.
Kollfirðingar megnaðu tó ikki at taka hendan møguleikan. Úrslitið av yvirtalsstøðuni gjørdist 2-2, og so fór Neistin annars ígongd. Við Jacobi Jónsson - sum ikki einaferð - á odda settu teir ferð á. Ein fyri og annar eftir fuku bóltarnir inn um Óla Christan Djurhuus í málinum, og so við og við broyttist myndin, til at enda stóð klárt, at Neistin hóast alt skuldi vinna ein hampuliga trivaligan sigur. Seinastu 20 minuttirnar av dystinum skutu kollfirðingar bert 7 mál, meðan Neistin í sama tíðarbili fekk ikki færri enn 16 mál, og hetta sigur kanska eisini nakað um, hvussu orkan at spæla var hjá báðum liðunum. Kollfirðingar settu snøgt sagt ikki ein fót rættan hesa seinastu løtuna, og við eitt sindur meira av nærlagni kundi væl verið, at Neistin vann ein enn tryggari sigur.
Hanga í
Úrslitið av dystinum viðførdi ? saman við StÍF sigrinum á VÍF ? at Neistin enn heldur fast í møguleikanum fyri at vinna FM. Tað er kanska ikki væntandi, at VÍF fer at missa móti antin H71 ella Kyndli, meðan Neistin eisini sítt at hugsa um, tá teir í seinasta umfarinum fara inn á Skála. Men tó. Sum støðan er nú, so er hon ikki sørt meinlík teirri, tá Kyndil bert skuldi vinna ein dyst av teimum seinastu trimum, men kortini misti alt á gólvi. Kanska er hetta bara ein illusión hjá neistanum, men ein slík kann altíð vera hent at krógva seg aftan fyri, inn til kaldi veruleikin ger seg galdandi.
Dysturin í tølum
Neistin-KÍF 34-27 (11-15)
Málskjúttar:
Neistin: Heini Joensen 13(5), Jacob Jónsson 11(1), John Petersen 7, Ragnar Stakksund 1, Ræni Slættanes 1, Karl Oddmar Rasmussen 1
KÍF: Petur Martin Poulsen 5, Eddie Joensen 4, Kristian Madsen 4, Iljan Topic 4, Regin Petersen 3, Durica Tomic 3(2), Jákup Dam 2, Hallur Hansen 2
Brotskøst: Neistin 7, KÍF 2
Útvísingar: Neistin 4, KÍF 8
Diskvalifikatión: Neistin 1(Beinleiðis reytt)
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum