Bilasølurnar í Havn hava vanliga ikki opið til klokkan 22 á kvøldi. Tað hevði Bilfríðkan, sum selir merkini BMW og FIAT, heldur ikki hóskvøldið. Men kortini ætlaði ein maður sær inn á bilasøluna, hóast hurðin var læst ? og tað við bili?
Soleiðis sá tað í øllum førum út, tá ein Honda Civic við nógvari ferð rendi lúkst í høvuðsdyrnar til bilasøluna hjá Bilfríðkuni.
? Eg hvakk við, og alt húsið skalv, sigur Ludvík Petersen, stjóri í Bilfríðkuni, sum var til arbeiðis hetta kvødlið.
? Vit sum selja bilar og liva av at rætta út buglur vilja sjálvandi hava arbeiði, men at teir beinleiðis koyra á framsýingargluggan hjá okkum, tað er nakað nógv av tí góða, segði Ludvík Petersen, tá Sosialurin hitti hann hóskvøldið, meðan hann var í ferð við at rudda træsprek og glassplintur upp av gólvinum.
Ein maður og kona, sum sóu tilburðin, søgdu við Sosialin, at maðurin í bilinum brádliga setti spitaran í botn og fór spolandi gjøgnum túnið hjá Bilfríðkuni fram við sýnisglugganum. Helst varnaðist førarin ikki ein mótkoyrandi bil, og brátt rendi hann inn í hurðina.
Bilurin, sum rendi á, fekk rættuliga stóran skaða og kundi ikki koyra. Hurðin hjá Bilfríðkuni fór í knús, men tíbetur helt durastólpin so frætt, at vanlukkubilurin ikki slapp inn í handiln. Men onkrir bilar í sýnisgluggunum vórðu skamfílaðir av splintrunum.
Av politistøðini í Havn verður sagt, at maðurin í síni frágreiðing segði, at hann nýsti og kom at traðka á spitaran?