Tað er ikki neyðturviliga vandamikið at fáa koronu, tá ein gongur við barni. Serliga ikki, tá ein ikki er komin til at eiga, tí tá er ikki neyðugt at fara á sjúkrahúsið, fekk hon at vita frá læknanum tá.
Men ElsaMaria varð bara verri og verri fyri. Fyri tað allar mesta lá hon á sofuni og orkaði næstan ikki upp á loftið á ves. Fleiri ferðir ringdi mamma hennara og bað hana taka fepurin. ElsaMaria var í sóttarhaldi og átti ongan fepurstokk, og tí visti hon ikki, fyrr enn gumma hennara kom við einum fepurstokki, at fepurin lá um 39 stig. Hon var tá ógvuliga ússalig.
– Læknin kemur út eftir mær uttanfyri skaðastovuna við masku, klæðum, handskum og verju fyri høvdið til mín, áðrenn eg kundi fara inn á sjúkrahúsið. Læknarnir vóru í tí sama, greiðir ElsaMaria Dam Kongslíð frá.
Les langa samrøðu við ElsuMariu Dam Kongslíð í Vikuskiftis Sosialuinum, har hon greiðir frá allari tilgongdini, tá hon í fleiri dagar lá á intensivdeild á Landssjúkrahúsinum, tí hon var illa sjúk av koronu og orkaði illa at anda og eta. Tá ElsaMaria ikki batnaði, varð avgjørt at taka barnið við keisarskurði í viku 33, og meðan ElsaMaria fór aftur á intensivdeildina, fór fór nýfødda dótturin við pápanum í avbyrging.
Sosialurin er at fáa í sølubúðum kring landið og talgildur her











