Við báti til Finnlands

Nakrir kurdar royndu sunnukvøldið at sleppa til Finnlands við báti.

Teir átta kurdarnir lógu fjaldir í einum estlendskum seglbáti, tá eitt skip hjá finsku sjóverjuni kom fram á bátin nakað sunnan fyri Helsingfors. Finsku myndugleikarnir siga, at ein av kurdunum er úr Irak, og at hinir eru úr Turkalandi. Eitt barn var teirra millum.
Tveir estlendingar, sum vóru í seglbátinum, eru settir í varðhald. Teir eru skuldsettir fyri at vera komnir til Finnlands á ólógligan hátt.