Tað var við skotvápn við høgru hond og bíbliuni við vinstru. Hetta má verða størsta ránsveiða í søgu mannaættarinnar. Men upprunafólkið hava ongatíð tikið nakað frá okkara heimsparti. USA og Stórabretland skulu halda uppat við bíta einaræðisharrar sum fittir og ófittir t.d Pinochet frá Kili, hann fekk góða viðferð í Bretlandi, í staðinfyri at koyra hann í geglið. Í mínum hugaheimi eru allir einaræðisharrar nøkur beist. Hvat er so munurin á kommunismu og kapitalismu? Kommunisma stavast við K, og kapitalisman stavast við K, hetta er tað einasta teirhava til felags. Í kommunist Kina var tað staturin ið stýrdi og hjá kapitalistunum var tað pengamenninir.
Undirritaði var í Hong Kong í fimmti árunum, og eisini í kommunist Kina, har var eingin munur á tí vanliga arbeiðsfólkinum, í hesum báðum londunum. Hetta haldi eg at vinir Bush og vinir Che Guevara og Castro skulu hugsa um.
Eg hoyrdi ein dagin hvussu óførur maður De Gaul fyrrverðandi forseti í fraklandi var, áðrenn hansara tíð skifti fransmenn stjórn fleiri ferðir um árið, enntá var hurlivasin so stórur tá, at undanmaður De Gauls bað De Gaaul um at skipa stjórn, hetta var í 1958. Síðani bað De Gaul Franska tingið, um eitt hálvt ár til, at gerða eina nýggja grundlóg. Eftir hetta hálva árið var grundlógin sett til fólkatkvøðu, og hon var góðtikin við stórum meiriluta. Árið eftir var hann valdur til landsins forseta, við tí nýggju grundlógini hevði forsetin fingið víðar heimildir, til at koyra tíðandi spurningar til fólkaatkvøðu. Tað fyrsta hann gjørdi var at seta til fólkaatkvøðu um, at sleppa av við koloniirnar í Afrika. Tað var viðtikið við fólkaatkvøðu, at tey lond, ið ynsktu at sleppa úr samveldinum við Fraklandi, skuldu sleppa burturúr.
Hetta dámdu teimum fronsku generalunum í Algier einki, teir gjørdu uppreistur, og ætlaðu at leypa á Frakland sjálvt. De Gaul lýsti Frakland í krígsstøðu, tað mesta av Franska herinum vóru í Algier, men De Gaul fór í sjónvarpið og bað tað Franska fólkið at taka undir við De Gaul. Bussar og onnur akfør vóru koyrd út til flogvøllin, so generalarnir í Algier ikki skuldu enda har, tað eydnaðist eisini hjá De Gaul forða fyri álopi og harvið bjargaði hann Fraklandi. Síðani fór hann í holt við at rætta tann franska búskapin, tað gjørdi hann við at seta allar tíðandi spurningar út til fólkaatkvøðu. Ymiskt var frá tí eg sigldi, var 100 franc uml. 14 kr., síðani De Gaul var forseti bleiv 1 franc til 4 kr. í okkara peningi. Hann helt á við at seta tíðandi spurningar til fólkaatkvøðu, tí óskili í parlamentinum var ov stórt. So hendi tað í 1969, at hann sendi ein spurning til fólkaatkvøðu, har hann ikki fekk viðhald, dagin eftir fór hann úr forsetasessinum. Oftani er so við hernaðarleiðarum at koma teir fyrst framat, so fara teir ikki við góðum, tað var øðrvísi við De Gaul, hann vildi ikki verða ein dag longri enn hann visti, at fólkið var við honum.
Tá beinleiðis fólkaatkvøður í Fraklandi og Sveits hava roynst væl, hví so ikki hjá okkum ?
Undirritaði heldur, at tað er tað lærda fólkið, ið ørkymlar fólkið, við óneyvum floyktum paragrafum.
Hvørki Føroyskir ella Danskir myndugleikar, virða tey grundlóg tryggjaðu rættindi hjá tí vanliga borgaranum.
Undirritaði skilur heldur ikki hví tað tekur so langa tí til at læra, sjálvur gekk hann niðan til grannakonuna, har hon lærdi seg at lesa og skriva undir kríg-num.
Undirritaði krevur ikki at tinglimir skulu duga hetta uttanat, men skilja hvat ein Sjálvstýrismaður av Skála skrivar.
Eg vil at enda heita á tingmenn, um ikki at óttast fyri at seta týðandi spurningar til fólkaatkvøðu.