Skúlaskapur
Viðareiði: Skúlin á Viðareiði er ikki sum hon skal vera í løtuni.
Tað er framvegis tann nógv umstrídda savnsrøktin, sum spøkir.
Føroya Kommunufelag tók fyri jól undir við semjuni um savnsrøktina á skúlunum.
Men kortini vil Viðareiðis Kommuna ikki gjalda fyri savnsrøktina og tí liggur hesin parturin av undirvísingini lamin á Viðareiði.
Elsa Birgitta P. Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag, sigur, at felagið hevur blokerað savnsrøktina á Viðareiði og hevur noktað lærarunum at røkja søvnini, eitt nú st keypa tilfar, sum skal brúkast til tær handaligu lærugreinarnar.
Eftir avtaluni um savnsrøkt, skal ábyrgdarfólk setast at hava ábyrgdina av søvnunum. Síðani skulu Mentamálaráðið og kommunurnar betala hvør sína helvt av tí, sum savnsrøktin kostar. Hvussu stór upphæddin er, veldst um næmingatalið.
Men hetta er bara galdandi til 1 august í ár, tá ið Mentamálaráðið átekur sær allar útreiðslurnar, tí tá kemur avtalan um arbeiðstíð í gildi.
Eftir henni skal lærari setast at røkja søvnini. Tímarnar, hann brúkar til tað, verða síðani drignir frá vanligu tímatalvuni.
Smáligt
Elsa Birgitta P. Petersen heldur, at hetta er ómetaliga smáligt av Viðareiðis Kommunu, tí tað eru smápengar, tað snýr seg um.
?Tilsamans hevði hetta kostað Viðareiðis kommunu 2.600 krónur, tað er alt. Men tað vil hon ikki betala og tí eru handaligu lærugreinarnar í skúlanum rættiliga nógv skerdar og skúlin virkar ikki til fulnar.
Forkvinnan í Føroya Lærarafelag sigur, at hetta kann ikki vera ein spurningur um pening.
?Hetta er ein spurningur um negativan hugburð mótvegis skúlanum.
? Men niðurstøðan er, at kommununan forðar skúlanum eftir lógini og tað átti at verið hugvekjandi hjá landsins myndugleikum, heldur hon.
Tað, hon sipar til, er, at eftir lógini skulu næmingarnir hava undirvísing í handaligum lærugreinum, men tað er onki av á Viðareiði
So vítt hon veit, er Viðareiðis nú einasta kommuna í landinum, sum enn setir føtur í spenni og ikki vil betala fyri savnsrøktina.
Hetta hevur annars verið eitt mál, sum tað hevur tikið nøkur ár at loysa. Men fyrst varð avtala gjørd við tær stóru kommunurnar í Býarsamskipan Føroya, men tað var ikki fyrrenn beint fyri jól, at tað eydnaðist at fáa avtalu í lag við tær smærru kommunurnar, sum eru í Kommunufelag Føroya.
Men sum borgarstjórin á Viðareiði sigur aðrastaðni í blaðnum, er tað eitt prinsippmál hjá kommununi, at hon vil ikki betala.