Tað gongur væl í Viðareiðis kommunu, og við ársenda 2015 hevði kommunan onga nettoskuld.
- Vit hava lækkað skattin, og vit hava hækkað barnafrádráttin, men hóast skattalækkingina hava vit kortini havt stóra framgongd í persónsskattainntøkunum.
Hans Jákup Kallsberg, borgarstjóri í Viðareiðis kommunu, vísir á, at í 2014 hevði kommunan eitt skattaprosent á 22,5 og ein barnafrádrátt á 4.500 krónur fyri hvørt barnið. Vøksturin í persónsskattainntøkunum hetta árið var 10,1 prosent.
- Í 2015 høvdu vit eitt skattaprosent á 22,0 og ein barnafrádrátt á 5.500 krónur. Hetta árið var vøksturin í persónsskattainntøkunum 12,11 prosent.
Borgarstjórin vísir eisini á gongdina higartil í ár, sum hóast stóran vøkstur í 2014 og 2015 er enn betri enn undanfarin ár.
- Í ár hava vit eitt skattaprosent á 21,5 og ein barnadrádrátt á 6.500 krónur. Vøksturin í persónsskattainntøkunum higartil í ár samanborið við somu tíð í fjør er heili 14,2 prosent.
Hans Jákup Kallsberg vísir á, at trupult er at siga ítøkiliga, hvør orsøkin til skattavøksturin er, nú kommunan hevur lækkað skattaprosentið.
- Men, eg trúgvi, at stutta frágreiðingin er, at flestu borgarar í arbeiðsførum aldri í kommununi hava nóg mikið at takast við, leggur borgarstjórin aftrat.
Hin 1. apríl í ár búðu 352 fólk í Viðareiðis kommunu, og hetta er fimm íbúgvar fleiri - svarandi til 1,4 prosent - í mun til somu tíð í fjør.