Við 83 ára gamla Kaj á Torginum

Týskvøldið kl. 21 verður áhugaverd sending hjá Evangelisku Røddini á Rás 2, tá Svenning á Lofti er vertur í sendingini ?Á Torginum?. Gestur er 83 ára gamli Kaj Meyer, sum er uppvaksin og býr á Tvøroyri. Í 1950-unum spældi hann á besta liðnum hjá TB og vann saman við Merwin Dimon og øðrum kendum meistaraheiti í fótbólti.

Hann var giftur við Oluffu, dóttir Gynnu-Jóannes í Havn, sum andaðist fyri nøkrum áum síðani.

Kaj Meyer hevur siglt úti sum skipari í mong ár, er ungur í sinni og dámar væl at syngja, m.a. til andaktir á sjúkrahúsinum á Tvøroyri.

Í sendingini fer at hann at greiða frá sínum lívi og syngja saman við Sveini Petersen í Hvalba.