Hetta skilur miðverjin hjá felagsliðnum í Suðuroynni ikki heilt, men hann metir útvísingina vera avgerandi fyri endaliga úrslitið.
– Við 10 monnum móti 11 gjørdist tað meiri enn trupult, og eg meti, at høvdu vit spælt 11 móti 11 allan dystin, so hevði tað helst enda 2-0, sum var støðan, tá eg fór út, metir Suni úr Hørg.
Tískil er hann eitt sindur í iva, hvat hann skal halda um úrslitið.
– Við einum manni færri, so er tað helst í lagi, men vit høvdu okkara kjansir. Bæði tá tað stóð málleyst á jøvnum og tá teir førdu við einum máli. Men vit raka ikki málið, og tá ber ikki til at vinna, staðfestir Suni úr Hørg.
– Tá tað so blívur 2-0, so knekkar tað hjá okkum. Tað gjørdi tað eisini móti KÍ, har tað var heilt galið, og tað var tað næstan eisini hesaferð. Men móti liðum sum B36 og KÍ er tað eingin, sum væntar at vit vinna. Tað skulu vit gera móti AB, B71 og Skála, og so fara vit eisini at stjala nøkur stig her og har, sigur Suni úr Hørg, sum eygleiddi seinastu løtuna av dystinum í gjár frá síðulinjuni.
-rwd