VG: Pínligt, Tromsø!

Norðmenn eru alt annað enn imponeraðir av tapinum hjá Tromsø ímóti Víkingi í kvøld

- Tromsø er í ferð við at rúka út úr Europa Cup ímóti einum liði úr Føroyum. Tað helt eg ikki var gjørligt, um teir so royndu tað við vilja.

 

Soleiðis skrivaði viðmerkjarin Lars Tjærnås á Twitter undir europeiska dystinum millum Tromsø og Víking í kvøld.

 

Dysturin endaði við 2-1 sigri til Víking, og harvið ruku norsku favorittarnir úr europeiskum fótbólti.

 

Norska blaðið VG kallar úrslitið eitt ”pínligt tap” hjá Tromsø, og Aftenbladet heldur, at útvísingin hjá Tromsø í fyrra hálvleiki oyðilegði dystin fyri teir.

 

Eftir stendur í øllum førum, at Víkingur hevur framt størsta føroyska avrikið í Europa Cup kapping, síðani føroysku feløg fóru at luttaka í 1992.