Venjarafelagið hevur kosið Per Mikkelsen til ársins eldsál 2020. 54 ára gamli Per Mikkelsen av Strondum var í uppskoti at fáa heiðursløn sum Ítróttarfyrimyndin 2020 hjá ÍSF. Í innstillingini skrivaði ÍSF:
– Per Mikkelsen hevur í nógv ár ofrað tíð, orku og ídni upp á ungdómsfótbóltin á Skála, har hann venur 6-7 lið sum part av sjálvbodna arbeiðinum. Venjingarnar eru væl skipaðar, og hann leggur alla sína mentalu orku í børnini og tey ungu. Per Mikkelsen er eisini nevndarlimur í Skála Ítróttafelag.
Hansara egna felag, Skála ÍF, hevur eisini róst ársins eldsál:
– Tað eru trý væl skikkaði uppskot til heiðurin. Men óansæð hvør vinnur, so er ongin ivi um, at Per er ein av okkara allar størstu ítróttarfyrimyndum í felagum! Hann hevur ótroyttiliga koyrt á í áravís við venjingum í fleiri aldursbólkum, og hevur í fleiri ár skipað ungdómsarbeiðið og ungdómsvenjingar, og skaffað venjarar til ymsu aldursbólkarnar. Sjálvboðið og mangan ótakksamt, men sjálvandi eisini mangan stuttligt og hugaligt.
– Kappingarárið 2020 gav eitt týðiligt avkast av øllum stríðnum, tá U15 genturnar fingu silvurheiðursmerki í FM og vunnu steypakappingina, og U18 genturnar vunnu greipuna umframt, at U15 dreingirnir á ½ vølli eisini vunnu sín bólk. Per hevði sín stóra leiklut í øllum hesum árgangum. Vit í felagnum eru ómetaliga takksom fyri tann stóra sjálvbodna innsats sum Per hevur lagt í felagið. Og uttan gott bakland, bar tað ikki til, so Petra og børnini eiga eisini sín part av tøkkini.