VFF-Kup: Havnin á odda

3. umfar: HB og B36 hava fult stigatal eftir sigrar á NSÍ og KÍ

Fult umfar hevur verið í venjarakappingini hjá Venjarafelagnum um vikuskiftið. Millum dystirnar vóru innanhýsis uppgerðir millum topp fýra frá farna kappingarári. HB vann greiðan 7-1 sigur á NSÍ, og B36 vann 1-0 á KÍ.

Fríggjakvøldið vann HB 7-1 á NSÍ. Tað var 3-0 longu aftaná eitt korter í vánaligu ljósunum á Ovara vølli. HB hevur breiðasta hópin av royndum spælarum, og tað kom greitt til sjóndar í kuldanum í Gundadali.

NSÍ kláraði als ikki at standa ímóti í fyrra hálvleiki, har HB nærmast stuttleikaði sær á vøllinum. Millum málskjúttarnar hjá HB vóru Jákup L. Thomsen, ið hevur verið nógv skaddur seinasta árið, og ungu Áki D. Samuelsen og Gilla Róason.

Leygardagin vann B36 1-0 á KÍ. B36 fekk tvær ferðir brotsspark. Fyrru ferðina brendi annars vælspælandi Mathias Thrane, meðan Andrias H. Eriksen bleiv avgerandi, tá hann sendi seinna brotssparkið í málið.

Uppflytararnar, 07 Vestur og B68, spældu málleysan javnleik, Jákup Johansen skoraði tvæ ferðir, tá Víkingur vann 3-1 á EB/Streymi, meðan Skála vann heldur óvæntað á ÍF. TB er ikki við í venjarakappingini, og tí er Skála við, hóast liðið skal spæla í næstbestu deildini komandi ár.

Stigatalva og annað er at finna á Dystir.fo:

##med2##