Venjarafelag Føroya, stytt VFF, hevur síðan 2011 heiðra ársins venjara. Tað er limir í VFF, sum atkvøða. Av hesum atkvøðum fekk Jákup á Borg, venjari hjá B36, 50 prosent, meðan Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, fekk 30 prosent.
Tað vísir seg ofta, at FM vinnarin verður ársins venjari. Tó er tað ikki altíð soleiðis, tí bæði í 2012 og 2013 var tað venjarin sum fekk silvur, ið bleiv valdur sum ársins venjari.
Í ár hevur VFF valt at hava atkvøðugreiðslu innan kappingin er avgjørd. Hetta fyri at seinasti dystur ikki skal gerast avgerandi fyri hvør verður valdur sum ársins venjari, men at tað heldur er ein heildarmeting fyri árið.
Ársins venjarar síðan 2011
2011: John Petersen & Mikkjal Thomassen
2012: Flemming Christensen
2013: Albert Ellefsen
2014: Sámal Erik Hentze
2015: Eyðun Klakstein
2016: Sámal Erik Hentze
2017: Sámal Erik Hentze
2018: Heimir Guðjónsson
2019: Jákup á Borg