VF og J&K samd um framferðina

Umboð fyri nevndirnar í J&K Petersen og Vága Floghavn hava á fundi í dag viðgjørt íkomnu støðuna við økinum, har gamalt spreingievni er funnið.

Semja er um at J&K Petersen ger uppskot til hvussu arbeiðið við at rudda avbyrgda økið kann fremjast. Fyribils verður mett, at hetta arbeiðið kann vera liðugt til 1. juni 2012.

Restin av arbeiðinum verður eftir ætlan liðugt til avtalaða sáttmáladagin 30. nov 2011 og vøllurin verður væntandi klárur at taka í brúk 3. dec 2011, siga Vága Floghavn og J&K Petersen í skrivi.