Vevmyndatól sett upp í Mykinesi

Landsverk hevur nú sett upp vevmyndatól í Mykinesi. Tað er gjørt í sambandi við at Sørvágs kommuna ynskti at betra um tænastuna í Mykinesi fyri sínar borgarar og tí heitti á Landsverk um at seta upp myndatól, so til ber at síggja bæði tyrlupallin og niður í gjónna, har báturin leggur at.

Nú ber til at síggja bæði tyrlupallin, atløguplássið í Mykinesi og Mykineshólm á netinum. Hetta er komið í lag í einum samstarvi millum Sørvágs kommunu og Landsverk, sum hevur keypt myndatól, forritað tey og latið tey seta upp í oynni.

Atlantsflog hevur somuleiðis ynskt at fáa myndatól sett upp í somu mastur. Myndatólið peikar út móti Mykineshólmi, so til ber at fylgja við veðrinum, tá flogfør koma inn tann vegin.

Arbeiðið er nú liðugt, og møguleiki er fyri at síggja myndir fyri hvønn minutt her á www.lv.fo.

Av Landsverki siga tey eisini, at uppi í haganum í Mykinesi er sett upp ein veðurstøð, sum savnar inn dátur um veður og vind. Veðurstøðin er liður í kanningum í sambandi við ætlanirnar um alternativan tyrlupall í oynni.

Eisini eru myndatólini hent hjá ferðafólkum og gestum, sum kundu hugsað sær eina ferð í Mykines og frammanundan ynskja at vita, hvussu veðrið háttar sær.