Vevkamera sett upp við Kolavegin

Landsverk hevur sett upp vevkamera norðanfyri Hvalbiartunnilin, so til ber at síggja koyrilíkindini.

Í eina tíð hevur borið til at sæð, hvussu veðurlíkindini eru á Kolavegnum í Hvalba. Hetta er umvegis eina veðurstøð, sum Landsverk hevur standandi á Kolavegnum.

 

Hvalbiar kommuna veit at siga, at nú hevur Landsverk so eisini sett upp vevkamera norðanfyri Hvalbiartunnilin, so til ber at síggja koyrilíkindini norðanfyri tunnilin.

 

Um heimasíðuna hjá kommununi - www.hvalba.fo - sæst vevkameraið, og hvussu veðurlíkindini eru á Kolavegnum.

 

- Í høgra bredda ber til at síggja vevmyndina, og um tú trýstir á hana, kemur tú inn á heimasíðuna hjá Landsverk. Undir myndini er eisini ein leinkja til veðurmátingarnar á Kolavegnum, sigur Hvalbiar kommuna.