Vevkamera á eystanstevnu

Á heimasíðuni hjá Runavíkar Kommunu verður vevkamera sett upp til eystanstevnuna

Runavík: Runavíkar kommuna fer á heimasíðuni hjá sær at bjóða øllum, sum hava hug at síggja, hvat gongur fyri seg á eystanstevnu. Har verður nevniliga eitt vevkamera sett upp, soleiðis, at tey, ið hava internetsamband, kunnu síggja, hvat hendir á torginum í Runavík.
Hetta varð roynt til Fish-Fair stevnuna fyri stuttari tíð síðani, og sigur Rodmundur Nielsen, borgarstjóri, at heimasíðan hevur ongantíð havt so nógvar vitjanir sum tá.
Heimasíðan hjá Runavíkar kommunu er at finna á www.runavik.fo