Veturin verður verandi

Veðurgudarnir tykjast leggja minni í, at fyrsti várdagur er í dag.

Køld luft við vetrarælum streymar komandi dagarnar inn yvir Føroyar av norðri.

 

Í dag verður strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi og norðri, 13 til 18 m/s, men seinnapartin makar hann vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk av vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og kavaæl og hitin um dagin um 2 stig, um náttina niður móti frostmarkinum.

 

Týsdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og kavaæl. Hitin um dagin um 2 hitastig, um náttina niður í 2 kuldastig.

 

Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Hitin um 2 stig, um náttina niður í 2 kuldastig.

 

Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot av ymsum ættum, 2 til 7 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin um dagin um 2, 3 stig, um náttina millum 3 hitastig og 3 kuldastig.

 

Fríggjadagin verður lot til stívt andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og kavaæl. Hitin um dagin um 3 stig, um náttina millum 3 hitastig og 3 kuldastig.

 

Leygardagin verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Samdrigið og okkurt kavaæl. Hitin um dagin um 4 stig, um náttina millum 3 kuldastig og 3 hitastig.