Eingin kavi verður næstu vikuna. Sambært veðurforsøgnum skulu vit bryjna okkum við toli, tí tað verður regn næstu dagarnar. Og tað fer at regna illa, serliga næsta fríggjadag, tá boðað verður frá avfalli upp á 10,5 millimetur – so tað verður leingi, til vit fáa fyrsta turra dagin í langa tíð.
Sambært norska yr.no, so fáa vit vesturætt og lágætt næstu dagarnar.
Vindurin í dag verður upp í 24 metur um sekundið, men annars verður hann millum 9 og 17 metur um sekundið næstu vikuna.










