Veturin kom við kulda og kava

Rættilig vetrarveður hevur herjað ein stóran part av Eystur- og Suðurevropa seinastu dagarnar. Nógv fólk eru deyð í kuldanum.

 

ÚTLAND

Fartekst


Á fronsku miðjarðarhavsoynni Korsika noyddust gravkýr at grava seg fram til fleiri bygdir í fjallalendinum, gondolirnar í Venezia sluppu ikki fram fyri ísi, og nógvastaðni vórðu flogvallir stongdir.

Ringast stóð til í Pólandi. Polsku myndugleikarnir siga, at í hvussu er 129 fólk eru deyð í kuldanum, sum onkra náttina er komin niður í 25 kuldastig. Nógv av teimum, sum doyðu, vóru fólk, sum høvdu fingið í meira lagi upp í høvdið, og sum vóru avdottin úti. Onnur vóru tílík, sum einki hava at búgva í. Polsku samfelagsgranskararnir siga, at heimloysi er vorðið er vaksandi trupulleiki, síðani kommunisman fall. Víst verður á, at hóast seinasti vetur ikki var so kaldur, doyðu 112 fólk í kulda tá.

Men eisini longur suðuri hevur kuldin gjørt vart við seg við nógvum kava, og onkunstaðni hava teir mált niður í 30 kuldastig. Markið millum Frakland og Spania hevur verið stongt, og bjargingarlið hava havt úr at gera at hjálpa akførum, sum stóðu føst millum fjøllini.

Á Korsika mistu 12.000 hús streymin, og í Turkalandi elvdi hálka til ruðuleika í ferðsluni í høvuðsstaðnum Ankara og aðrastaðni í landinum. Minst tvey fólk eru deyð í kulda, siga turkisku myndugleikarnir.

Veðurmenninir vænta, at tað verður heldur lýggjari teir næstu dagarnar.