Veturin kemur við kulda og kava

Stormur, frost og kavaælingur. Vikuskiftisveðrið verður lítið hugaligt, væntar Petur Skeel.

Stormur, frost og kavaælingur. Vikuskiftisveðrið verður lítið hugaligt, væntar Petur Skeel. Longu í dag kann stormur bresta á og væntandi verður stormur til og við leygardagin. Í morgin fellur hitin til undir frostmarkið. Vónandi gera børnini ikki sum Óli í táttinum og seta seg inni at kúra, gromm í huga.

 

Seinnapartin í dag verður hvassur vindur upp í storm av norði og landnyrðingi og kavaælingur. Hitalagið um frostmarkið.

 

Fríggjadagin verður hvassur vindur upp í skrið av landnyrðingi, um kvøldið upp í storm. Kavaælingur og hitalagið undir frostmarkinum.

 

Leygardagin verður stormur av landnyrðingi og norði og kavaælingur. Frostveður.

 

Sunnudagin upp í hvassan vind av norði og kavaælingur, mánadagin nakað minni vindur og yvirhøvur turt. Frostveður.