Tá Súni í Hjøllum á Toftum um dagarnar fletti veðrar, vigaði hin størsti veturgamli veðrurin hjá honum heili 126 pund. Hann hevur áður havt stórar veðrar, sum tá teir vóru størstir, vigaðu úr 108 upp í 113 pund, men hesin var framúr, og er nýtt met hjá honum.
Súni í Hjøllum vísir á, at gamla metið hjá honum var í fjør, tá veturgamal veðrur vigaði 113 pund. Sjálvur væntaði hann ikki, at hann nakrantíð fór at sláa hetta met.
- Men, lambið, ið nú sum veturgamal veðrur vigaði heili 126 pund, hevur trivist væl frá fyrsta degi, og lambið var av trøðni í Hjøllum, undan einari heimaær hjá mær sjálvum.
Hann sigur, at mamman til stóra veturgamla veðrin var úr Porkeri, og hana hevði hann fingið frá Óla í Hjøllum, bróðir. Pápin var frá Eileri Langgaard í Søldarfirði.
Súni í Hjøllum sigur, at veðrarnir hjá honum ganga á trøðni hjá Sámali Olsen, systkinabarninum. Hetta er ein góð trøð við nógvum og góðum grasi.
- Eg havi passað veðrarnar væl. Teir hava fingið kraftfóður eftir ólavsøku. Men, at tað eydnast so væl hesaferð, er fyrst og fremst seyðaslagið, sum er ein blandingur millum slagið úr Porkeri og Søldarfirði, sigur Súni í Hjøllum.