Skopun: Á stevnuni kemur at verða lagdur dentur á boðanina av geðiboðskapinum, sum
kann
umbroyta menniskju.
Stevnan er eisini ætla at menna og styrkja tað andaliga lívið, eins og
stevnan skal vera við
at styrkja tann andaliga felagsskapin, har vit uppbyggja hvønn annan í
orðinum og bønini.
Skriftin lærir okkum, at orðið tók búgv okkara millum, orðið sum er Jesus
Kristus.
Jóhannes skrivaði: "Og vit skoðaðu dýrd Hansara, dýrd sum einborin sonur
hevur frá faðir
sínum, fulla av náði og sannleika."
Tú skal verða vælkomin saman við okkum hesar dagar. Lat teg blíva
uppbygdan hesar
dagar í orðinum, siga fyrireikararnir í einum tíðindaskrivi.
Forbøn og samtala
Á stevnuni verður høvið at koma til forbøn og samtalu. Hetta eru tænastur,
sum heilt
nátúrligt hoyra til við møtir og stevnur.
Tær royndir vit hava av tí megi sum er í orðinum og í Andans kraft, eru
stórar og
positivar. Vit hava sæð at fólk vórðu grødd frá ymiskum likamstrupulleikum.
Og vit hava sæð fólk blíva loyst frá stúran, ótta og øðrum plágum sum
fólk er fjøtraði av
í dag, verður sagt. Møguleiki er eisini at ringja inn og biðja um forbøn á
tlf. 597-597.
Við á stevnuni eru fólk, sum vita, hvussu tað er at vera bundin av alkoholi
og stoffum, men
sum kunnu siga frá, at tað einans er ein gongd leið út úr vónloysinum.
Hesi fólk kenna hesar trupulleikar, tey kenna málið, og tey vilja hjálpa
teimum sum
ynskja tað, verður sagt.
Undgómsmøti og familjumøti
Leygarkvøldið kl. 23 verður eitt serstakt ungdómstreff í Samljóð, har ung
úr Vágum og úr
oynni skipa fyri einum kvøldi við nógvum sangi. Eisini verður drama
framførsla.
Vit vóna at tað koma nógv fólk úr oynni til hettar ungdómskvøldið, siga
fyrireikararnir.
Sunnudagin kl. 14 verður familjumøtið somuleiðis í Samljóð. Vónað verður at
tað verða
nógvar familjur til hettar familjumøtið.