Vetrarveður í Danmark

Tað er rættiligt vetrarveður nógvastaðni í Danmark í dag. Har suðuri í Jyllandi hevur tað kavað illa í morgun, og tá tað harafturat er rættiliga fitt av vindi, er jarðrok nógvastaðni.

Kavaveðrið hevur nú breitt seg longri norður ígjøgnum Jylland og yvir á Fyn, og seinni kemur tað til Sjællands og Bornholm.

Kavin og vindurin hava darvað ferðsluna, eitt nú um Stórabelti, og fleiri ferðsluóhapp hava verið fyrrapartin. Eitt var nærhendis Nyborg, har ein bussur við 20 ferðafólkum gleið út av vegnum og datt á liðina. Tíverri legði bussurin seg soleiðis, at eingin slapp úr honum, men fólkaskaði var eingin.

Veðurmenninir siga, at tað verður lýggjari um jólini.