Vetrarveður alt vikuskiftið

Eitt lágtrýst við Lofot fer í ein eystan og køld luft við vetrarælum streymar komandi dagarnar yvir Føroyar av norðri. Sunnudagin fer eitt lágtrýst í ein eystan beint norðan fyri Føroyar. Týsdagin fer ein hátrýstsryggur nær Føroyum spakuliga í ein eystan, meðan eitt veikt brúgvalag nærkast av vestri.

 

Fríggjadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri og útnyrðingi, 10 til 15 m/s, við hørðum hvirlum. Ælaveður, partvís vátaslettingur ella kavi, men eisini sólglottar. Mesti hitin verður millum 1 og 4 stig. Um náttina verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og okkurt kavaælið og hitin millum 2 kuldastig og 2 hitastig.

 

Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 m/s. Rættiliga skýggjað, men yvirhøvur turt. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útsynningi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og eitt skifti regn. Hitin alt samdøgrið millum og 5 stig.

 

Sunnudagin øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 8 stig.

 

Mánadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi, 13 til 18 m/s, sum spakuliga makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Ælaveður, møguliga vátaslettingur, men eisini sólglottar. Seinni yvirhøvur turt og klárt. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig.

 

Týsdagin verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 8 m&s, seinni andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Um dagin turt og sólglottar, um náttina skýggjað og eitt skifti regn. Hitin um 5 stig.

 

Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Stundum regn ella ælaveður og hitin millum 5 og 8 stig.