Vetrartilboð frá Maersk Air

Kappingin um ferðafólkini millum Føroya og Danmark stendur við. Maersk Air bjóðar nú aftur bíligar ferðaseðlar

Flogferðsla

Maersk Air bjóðar ferðaseðlar upp á tilboð til fram móti páskum. Tilboðini eru galdandi á rutunum millum Vágar og Kastrup og Vágar og Billund.
Í tíðindaskrivi sigur Maersk Air, at bíligu ferðaseðlarnir verða seldir í tíðarskeiðnum frá 30. januar til 16. mars, meðan tíðin, ferðast kann, er fram til 25. mars, sum er mánadagur í páskaviku.
Ferðaseðlaprísurin millum Vágar og Kastrup er kr. 1.860,- við øllum avgjøldum, meðan prísurin millum Vágar og Billund er kr. 1.498,-. Børn í aldrinum tvey til ellivu ár fáa 50 prosent í avslátti, meðan pinkubørn undir tvey á ferðast fyri kr. 150,-.
Tað verða ávísar treytir lagdar á hesi tilboðini. Til dømis skulu ferðirnar í mesta lagi vara í fýra dagar, eins og tann, ið ferðast, skal vera burtur náttina millum leygardag og sunnudag.
Frágaringardagar úr Føroyum eru hósdag, fríggjadag ella leygardag, meðan heim aftur verður komið sunnudag ella mánadag.
Ferðaseðilin skal keypast í seinasta lagi eina viku áðrenn fráferð og kann ikki broytast ella endurrindast.
Tá ferðast verður við hesum bíligu ferðaseðlunum, skulu í minsta lagi ein vaksin og eitt barn vera í ferðalagi, sigur Maersk Air í tíðindaskrivinum.