Vetrarligt vikuskiftisveður

Tað verður eitt vikuskifti við kulda og vindi

- Tað fer at verða kaldari veður næstu dagarnar og eisini meira av vindi.

 

Tað sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur í Miðlahúsinum.

 

Í morgin verður skrið ella stormur, ælingur og partvís kavi og vindstyrkin verður millim 17 og 24 metrar um sekundi. Um kvøldið verður minni vindur. Hitin fer at liggja millum 2 og 5 stig.

 

Leygardagin kunnu vit vænta hvassan vind, sum er millum 14 til 17 metrar um sekundi, og regn, men seinnapartin minkar vindurin nakað, og tað verður yvirhøvur turt. Hitin millum 3 og 6 stig.

 

Sunnudagin verður minni vindur, 8 til 11 metrar um sekundi og regn eitt skifti. Seinnapartin veksur vindurin upp í 11 til 14 metrar um sekundi. Hitin kemur at liggja millum 5 og 8 stig.