Vetrarleikirnir eru nú settir

Vladimir Putin, russiskur forseti, hevur júst sett 22. vetrarleikirnar í russiska býnum Sochi.

Fyri løtu síðani vórðu 22. OL-vetrarleikirnir settir í russiska býnum, Sochi. Russiskar ítróttarstjørnur sum Maria Sharapova, Yelena Isinbayeva og Nikolai Valuev bóru fakkilin seinasta teinin og kyndu eld í stóra bálið, sum er ímyndin av at vetrarleikirnir eru í gongd.


Thomas Bach, IOC-forseti, helt røðu, har hann í kjalarvørrinum av rokinum um vantandi virðing fyri samkyndum í Russlandi segði seg ynskja, at tolsemi og fordómsloysi verður víst undir leikunum.


Russiski forsetin, Vladimir Putin, lýsti síðani leikirnar at vera í gongd og tey uml. 2.800 ítróttarfólkini kunnu nú fara undir seinastu fyrireikingarnar áðrenn leikirnir av álvara byrja í morgin.


Danmark hevur 12 luttakarar við í leikunum, meðan Finnland hevur 103, Ísland 5, Noreg 134 og Svøríki 106. USA er best umboðaða tjóðin við 230 luttakarum, meðan vertstjóðin Russland er beint í hølunum við 225 luttkarum.