Mánadagin verður andøvsgul upp í strúk av útsynningi, ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum tvey og fimm stig.
Týsdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, um kvøldið upp í skrið, ælingur og hitin millum seks og níggju stig.
Mikudagin verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, skýggjað og hitin millum fýra og sjey stig.
Hósdagin verður upp í skrið av útsynningi og yvirhøvur turt. Fríggjadagin minni vindur, men ælingur. Hitin verður millum fimm og níggju stig.