Ein kuldabrúgv yvir Føroyum fer spakuliga í ein eystan. Eftir henni kemur ein kaldur og óstøðugur streymur millum vestan og norðan við vetrarælum inn yvir landið. Týsdagin fer eitt lágtrýst norðan fyri Føroyar í ein landsynning, og mikudagin fer væntandi eitt nýtt lágtrýst fram við Føroyum av vestri.
Í dag
Hvassur vindur upp í skrið av vestri og útsynningi, 15 til 20 m/s. Sum frá líður samdrigið og ælaveður, møguliga heglingur og vátaslettingur. Hitin fellur niður í 3 til 7 stig. Í nátt verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s. Samdrigið og vetraræl. Hitin millum 1 og 6 stig.
Nýggjársaftan
Andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s, sum hækkar í ein norðan og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og vetraræl. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 hitastig.
Nýggjársdag
Andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s, sum snarar í ein útnyrðing og verður gul til stívt andøvsgul. Samdrigið og ælaveður. Hitin um dagin um 3 stig, um náttina niður í 2 kuldastig.
Mánadagin
Andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum øtlar í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður. Hitin millum 2 og 7 stig.
Týsdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður. Hitin millum 2 og 7 stig, um náttina niður móti frostmarkinum.
Mikudagin
Lot til andøvsgul av vestri og útsynningi, 3 til 8 m/s, sum øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, eitt skifti upp í strúk í vindi, 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella vátaslettingur. Hitin millum 1 og 6 stig.