Leygardagin 4. november byrjar Vetrarkappingin aftur. Sum undanfarin ár verður tað Roysnið, sum bæði byrjar og endar.
Kappingarnar verða stórt sæð tær somu sum fyrr. Onkur broyting verður tó. Ikki er rennandi út á Glyvursnes, nú havnarútbyggingin fer fram, so teinurin til VK3 verður í øllum førum ikki tann sami. Bert ein vika er í millum onkrar av kappingunum, og kemst hetta m.a. av kappingum uttanlands, sum fleiri skulu til. Harafturat er desember nú av góðum grundum uttan kappingar. Skráin er henda:
4. november kl. 11.00 – Runt Agnið, Roysnið – 10,3 km (børn 5 km)
18. november kl. 13.00 – Hvirlan, Kerjarenningin frá Hotel Føroyum – 10,5 km (børn 1,5 km)
25. november kl. 11.00 – Bragdið
13. januar kl. 11.00 – Frælsi, Sørvágur, Bøur, Sørvágur – 8 km (børn 1,5 km)
3. februar kl. 11.00 – Bragdið, FM lendisrenning – 8 km (børn 2,5 km)
10. februar kl. 11.00 – Treysti, Norðdepil
3. mars kl. 11.00 – Hvistan, Tvøroyri
17. mars kl. 15.00 – Roysnið, FM 10 km í Runavík (børn 5 km)
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Hall Holm frá Frælsum Ítrótti í Føroyum í sendingini SportBoxin á Rás2 fríggamorgunin.