Vetrarkappingin í renning í Vági heldur fram leygardagin. Hetta er fimta umfar og kappast verður í fýra bólkum hjá monnum og kvinnum.
Veteranar, kvinnur og menn (f. -1961) renna 6 km - fimm ferðir runt vatnið.
Vaksin, kvinnur og menn, opin bólkur (f. -90) renna 6 km - fimm ferðir runt vatnið.
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1986-90) renna 6 km - fimm ferðir runt vatnið.
Gentur og dreingir (f. 1991-95) renna 2,4 km - tvær ferðir runt vatnið.
Øll byrja klokkan 14:00
Tekning til kappingina fer fram á www.athletics.fo innan 2. mars klokkan 21:00.
Luttøkugjaldið fyri elstu bólkarnar er 50 krónur og 20 krónur fyri yngsta bólkin. Gjaldast kann, tá ein heintar startnummar og hesi fáast frá klokkan 13:30.