Vetrarkapping í renning

Frælsur Ítróttur Føroya og Tryggingarfelagið Føroyar hava gjørt samstarvsavtalu um eina nýggja vetrarkapping í renning

Renning

Renning hevur sum ítróttagrein vundið nógv uppá seg seinnu árini. Kappingin, ið verður nevnd TF vetrarkappingin, fevnir um 6 umfør í Vágum, Streymoy, Eysturoy og Norðoyggjum, og skal eftir ætlan geva øllum teimum, ið renna, uttan mun til støði, nakað at venja til ? eisini um veturin. Samstundis er tað ein sannroynd, at um tíðirnar skulu betrast, er neyðugt við venjing alt árið.
Kappingin verður skipað sum einstaklingakapping og liðkapping.
Kappast verður í fýra aldursbólkum hjá monnum og kvinnum. Teir eru:
Veteranar kvinnur og menn (f. -1958)
Kvinnur og menn opin bólkur (f. -88)
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1984-88)
Gentur og dreingir (f. 1989-93)

Lagt verður til brots á Toftum leygardagin 30. oktober. Vaksin, veteranar og unglingar renna tá teinin ?Runt Agnið?, ið er 10,5 km. Yngsti aldursbólkurin rennur 5 km.

Annars vera hini umførini í TF vetrarkappingini hesi:

20. nov. Klaksvík 7 km / 3 km
11. des. Tórshavn 12 km / 4 km
22. jan. Hvalvík 7,532 km / 5 km
19. feb. Í Vágunum 8 km / 4 km, kappingin er samstundis FM í cross-renning
19. mar. Runavík 10 km / 5 km

Tryggingarfelagið Føroyar letur heiðursmerki og t-skjúrtur til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkum í hvørjum umfari.

Stig verða latin luttakarunum sambært hesum stiga: 50-47-45-43-41-40-39-...1, har tann fyrsti fær 50 stig, næsti 47 o.s.v. Samlaðu kappingina vinnur tann luttakarin, ið hevur vunnið sær flest stig, tá seinasta umfar er liðugt. Tó eru tað bert fýra tey bestu umførini hjá hvørjum rennara, sum telja við.
Samstundis verður sett sum luttøkutreyt í samlaðu kappingini, at viðkomandi hevur luttikið í minst fýra umførum av teimum seks. Ein onnur treyt er, at allir luttakarir í samlaðu kappingini skulu vera limir í einum av feløgunum fyri frælsan ítrótt.
Í opna bólkinum verður skipað fyri liðkapping. Tríggir teir fremstu rennararnir hjá hvørjum felag í opna bólkinum telja við. Eins og í einstaklingakappingini eru tað fýra tey bestu umførini hjá hvørjum felagið, ið geva samlaða úrslitið.