Vetrarkapping leygardagin

Leygardagin skipar Treysti fyri 4. umfari av VetrarKappingini 2007/2008 í Hvannasundi. Kappingin byrjar klokkan 11 og byrja allir bólkar samstundis

Allir bólkarnir renna 10 km uttan børnini, sum renna 4 km. Runnið verður á einum rundteini á umleið 1 km. Startur og mál verður við Gamla Skúla í Hvannasundi. Runnið verður frá skúlanum og norður í Sandoyrabug, so suður gjøgnum fjøruna eftir nýggju gøtuni, sum Hvannasunds Kommuna hevur gjørt, og so niðan á bygdavegin úti í Bug, har snarað verður til vinstru og runnið norðureftir til gamla skúla. Møguleiki verður at skifta í Gamla Skúla.

Í sambandi við renningina verða heiðursmerki latin til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkunum.

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Frælsur Ítróttur Føroya (www.athletics.fo ella www.renn.fo) innan fríggjakvøldið 22. februar á miðnátt.

Luttakararnir verða bidnir um at møta við Gamla Skúla í Hvannasundi hálvan tíma áðrenn start. Luttøkugjaldið er sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn.

Hetta er fyrstu ferð kapprenning er í Hvannasundi og vónar Treysti at nógvir rennarar verða við, tí øll eru vælkomin at luttaka.