Vetrarkapping í Havn

Næsta umfarið av vetrarkappingini í renning verður í Havn leygardagin

Frælsur ítróttur

 

Kappast verður í fýra bólkum hjá kvinnum og monnum:Veteranar kvinnur og menn (f. -1962) - 12 km. Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -91) - 12 km. Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1987-91) - 12 km. Og gentur og dreingir (f. 1992-96) - 4 km

Startur og mál er á ovaravølli í Gundadali. Runnið verður oman eftir Gundadalsvegnum, síðani til vinstru á R.C. Effersøesgøtu, til høgru eftir Títlingsvegnum ( Johs. Berg ) til vinstru eftir Staravegnum (Skemman ), so til høgru eftir Hoyvíksvegnum ( Bónus ), til høgru eftir Tjaldursvegnum, inn á Heykavegin og Títlingsveg út til til høgru á R. C. Effersøesgøtu, síðani verður runnið niðan eftir Ringvegnum framvið Norðurlandahúsinum, til Áargeil og oman eftir Gundalsvegnum inn á ovaravøll. Tey yngru renna teinin eina ferð, tey eldri renna teinin trígjar ferðir. Allir aldursbólkar byrja samstundis kl. 11.00.

Tilmelding fer fram á www.athletics.fo innan fríggjakvøldið 7. desember kl. 21.00.

Kappinigin er 2. umfar av vetrakappingini sum fór av bakkastokki 16. november. Kappinigin er er ein opin kapping, ið merkir at øll kunnu luttaka sjálvt um ikki verður luttikið í hinum kappingunum.