Vetrarkamping yviri við Strond

Í vikuskiftinum var lív í á kampingplássinum yviri við Strond í Havn. Talan var um fyrsta "kampingtreffið" hjá felagnum Camping.fo , sum varð stovnað í fjør

Campistarnir møttu á campingplássinum yviri við Strond leygardagin í fínasta veðri. Fríggjakvøldið var av ringasta veðrið við vindi og nógvum regni, men leygarmorgunin sleit hann í og restina av vikuskiftinum var fínasta veður.

Tilsamans 10 kampingvognar av ymiskum sløgum vóru á plássinum, og tey flestu yvirnáttaðu til sunnudagin.

Ivan Skorheim formaður í Camping.fo sigur, at hetta var fyrsti túrur hjá felagnum, og var hetta samstundis ein limafundur, har limirnir kundu tosað saman um felags ætlanir, og um hvat tey ynskja at fáa burturúr felagnum.

Tiltakið var eisini fyri at prógva, at tað ber væl til at hava campingtreff um veturin. Spurdur um hetta er rætta tíðin til kamping, sigur Ivan, at flestu vognarnir eru so væl isoleraðir, at tað er sum at vera heima, heitt og fjálgt.

Treffið eydnaðist sera væl, og familjurnar fingu eina góða uppliving og eitt hugnaligt vikuskifti , sigur Ivan Skorheim.


Myndatekstur:

Í vikuskiftinum var campingtreff hjá felagnum Camping.fo á campingplássinum yviri við Strond