Vetrarjazzur og matiné í Havnar kirkju

Í samband vil tiltakið »Vetrarjazzur« verður matiné í Havnar kirkju í morgin, leygardagin, kl. 11.30. Tónleikararnir hesaferð eru Herluf Lützen, gittar. Agnar Lamhauge, bass og Gudmund Mortensen fer at spæla orgul.

Skráin er samansett av ymiskum tónleiki, sum onkursvegna hóskar saman í ein mosaik. Eitt gjøgnumgangandi tema kann sigast at vera »Tíðin«. Til dømis er eitt av orgulstykkjunum skrivað yvir lagið »Tíðin rennur sum streymur á«. Fyri at undirstrika »Tíðina« ætla tey at spæla tónleikin út í eitt uttan steðg.

Nakað av tónleikinum er improvisatión, og urgutónleikurin er m.a. skipan av norðurlendskum fólkatónleiki fyri urgu. Eisini verður yrking, sum verður dekorerað við tónleiki, lisin og Agnar fer at syngja, meðan hann spælir á kontrabassin.

ð Vælkomin til eina forvitnisliga matiné í morgin, sigur Gudmund Mortensen, organistur í Havnar kirkju.