Tá Vetrarjazz 2019 fer av bakkastokki mánadagin 21. januar, er tað við eini skrá, sum ikki einans boðar frá góðsku og fjølbroytni tónlistarliga, men sum eisini er sermerkt orsakað av góðu kynsjavnvágini.
Fyrireikararnir meta, at Vetrarjazz 2019 ivaleyst er fyrsti føroyski tónleikafestivalur, har kvinnur og gentur eru við í 50 prosent av bólkunum (14 av 28), og 41 prosent av øllum tónleikarunum (49 av 119) eru kvinnur og gentur.
Havnar Jazzfelag hevur í 2018 arbeitt miðvíst við at fáa fleiri kvinnur á føroyska jazzpallin, og hetta er eitt av úrslitunum av tí arbeiðnum. Vetrarjazz verður í Havn 21.-27. januar