Vestmanna Kommuna hevur gjørt avtalu við hagapartarnar Fjallið og Heygahaga Fremru Helvt um friðing av parti av teirra vetrarbiti.
Tá seyðurin fer av bønum í ár, tvs. uml. 15. mai, fer Vestmanna Kommuna undir at vetrarfriða. Áðrenn hegnað verður, verður fyribils hegnlinja avsett. Síðani verður á staðnum avgjørt saman við lendiseigarunum, um linjan er í lagi ella skal flytast nakað. Eisini verður avgjørt, hvar smogur ella uppumgongdir verða í hegninum.
Kommunan sigur, at møguliga verður hegnað aðrastaðir eisini, umframt at avtala kanska verður gjørt við aðrar hagar.