Súni í Hjøllum,
bygdaráðslimur
Spurningurin hevur onkuntíð verið umrøddur í bygdaráðnum í Nes kommunu, men av tí at nógv er at brúka pening til, so hevur hetta málið ikki verið raðfest frammarlaga.
Ein leyslig meting vísir, at kommunan kemur at gjalda góðar 3 mió. krónur fyri at loysa málið.
Havandi fíggjarligu støðuna í kommununi í huga, so er tíðin nú komin til at loysa málið. Loyvi mær tí at skjóta upp, at málið verður loyst soleiðis, at kommunan í 3 ár setur av 1 mió. krónur um árið. Sostatt verður málið loyst innan rímiliga tíð og uttan at verða alt ov tyngjandi fíggjarliga.
Úr øðrum kommunum frættist, at úrslitið av vetrafriðingini hevur verið gott, tí borgarar hava havt nógv betri møguleika at fríðka um ogn sína.
Nes kommuna hevur ikki brúkt nógvan pening til fríðkan. Á fíggjarætlanunum plaga at standa eini 70-80.000 krónur, sum sjáldan hava verið brúktar. Vónandi fer at verða vilji og orka í nývalda bygdaráðnum til at geva hesum málinum størri ans.