Vetrarfriðing í Hvannasundi

Bygdirnar Hvannasund og Norðdepli verða nú vetrafriðar.

Sáttmálarnir um hetta eru undirskrivaðir og sendir Búnaðarstovuni til endaliga góðkenning.
- Hagani hava vit fingið at vita, at hesir sáttmálarnir verða avgreiddir í næstum, veit heimasíðan hjá Hvannasunds kommunu at siga frá.
Upplýst verður, at arbeiðið við at hegna báðar bygdirnar, hvørjumegin sundið, verður útboðið um 1-2 mánaðir.