Vetrardekkini hesa vikuna fóru til Kollafjarðar

Hepni vinnarin av vetrarlamelldekkunum hesa vikuna var Frithiof Petersen í Kollafirði. Hann hevur svarað rætt upp á allar seks spurningarnar, sum vóru á lepanum í blaðnum seinasta hósdag, og hann var tann hepni, sum trektur var upp úr svarta posanum í gjár.

Frithiof fær dekkini við at venda sær til Super Dekk í Havn, sum hevur telefonnummarið 314975.

Røttu svarini til spurningarnar hesaferð eru:

1. Super Dekk fyritøkan varð stovnað í 1974.

2. Ein vanligur píkur vigar 1.1 gramm.

3. Tá ein bilur slítur dekkini skeift, er vanliga galið við sporingini.

4. Tá ein bilur ristur, tá er vanliga galið við avbalanseringini.

5. Tey fyrstu vetrarlamelldekkini í Føroyum seldi Super Dekk

6. Fyrsta Goodyear-umboðið í Føroyum var Vilhelm Nielsen & Søn.

Lepin á síðu 16 í dag er tann seinasti í kappingini hesaferð. Rætt svaraði lepin - við einum uppskoti um slagorð, skal vera Sosialinum í hendi í seinasta lagi týsdagin 1. desember fyri at vera við í kappingini um tað síðsta setti av vetrarlamelldekkum