Vetrarbit á Strondum

Jógvan Fríðriksson fer at hugleiða, og Simona á Fríðriksmørk og Súni Johansen fara at framføra við sangi.

Á Strondum duga tey at skipa fyri, og soleiðis verður aftur eitt forvitnisligt kvøld á Strondum leygarkvøldið 27. januar.

 

Hetta er eitt tiltak, sum StÍF skipar fyri í bygdahúsinum. Tiltakið, tey kalla Vetrarbit, byrjar klokkan 18 og heldur fram til klokkan 23.

 

Vetrarbit er eitt "føroyskt kvøld" við nógvum ymiskum á skránni.

 

Á Strondum siga tey, at her verður vælkomstdrykkur, føroyskt breyð og viðskeri, og her verður súpan. 

 

Her verður te, kaffi og okkurt søtt omaná, og her verður eisini sodavatn og okkurt sterkari, sum kann keypast á staðnum. 

 

Jógvan Fríðriksson fer at hugleiða, og Simona á Fríðriksmørk og Súni Johansen fara at framføra við sangi.

 

- Undirspæl til felagssangin standa Steinar Prestá, Eli Gærdum og Súni Johansen fyri.

 

Sagt verður av Strondum, at seinasta freist at keypa sær atgongumerki til tiltakið er mikukvøldið hin 17. januar.