Vetrafriðing og fríðkan av Sjóvar kommunu

Havi tosað við nógv fólk um vetrafriðing, og eru øll á einum máli um, at tað hevi verið ógvuliga gott, um vit kundu fingið bygdina vetrafriða, men tað kostar nógv kanska 5-6 mió.

Jónsvein Hansen

Strendur



Nú er tað so at Sjóvar kommuna er saman sett av fleiri bygdum, so kundi verið atkvøtt um, hvat fólkið í hesum bygdum hildu um vetrafriðing? Varð meirilutið so kundi ein bygd verið vetrafriða hvørt ár t.d. Strendur ár 2002. Innan Glyvur 2003. Morskranes 2004. Kolbeinargjógv 2005. Selatrað 2006.

Men fyrst mugu pengar fáast til vega t.d. í 2001 var avsett á fíggjarætlani 1,5 mió og 2002 1mió. og 1 mió. hvørt árið frameftir, til tað varð komið á mál við vetrafriðing.

Tá høvgdu verið góðir møguleikar fyri at fríðka um bygdirnar við at gjørt fríðøkir við benkrum og eitt sindur av trøðum uttan um.

Eisini høvgdu fólk sloppið frá at gira seg inni, við stórum høgum garðum, sum ikki er nakað príði, um ein hugsar um, mun á einum garði, av hekk ella trøðum ístaðin?

Tað er sera umráðandi, at fáa alt arbeiði gjórt liðugt runt bygdirnar sum er byrja,stór sár eru eftir nógva staðin har arbeiðir hava verið gjørd, um Sjóvar kommuna skal hava nakran møguleika at kappast um at verða best røkta bygd í Føroyum so má nógv gerast.